Hálvfinala í steypakappingini
Gentur 14: Dráttur - Mjølnir
4 tey bestu liðini í steypakappingini hjá kvinnum og monnum leika hálvfinalur í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag. Hetta er ein av teimum heilt stóru døgunum í flogbóltsárinum. Og lagt var fyri longu í morgun, tá ið gentur 14 leiktu.
Gentur 14 ár:
Dráttur - Mjølnir 0-2 (16-25, 20-25)
Spæla við bestu kørmum
Dráttur og Mjølnir skuldu gera av, hvør av teimum skuldi fylgja Fleyr í steypafinaluna hjá gentum 14. Og tær sluppu at royna seg í stásiligu høllini, sum er riggað til eftir øllum kunstins reglum.
Mjølnir omaná
Mjølnir legði harðliga fyri í fyrsta setti og helt seg omaná at kalla allta tíðina. Genturnar hjá Drátti, sum annars hava staðið seg væl í ár, haltaðu aftaná. Spælið gekk ikki so væl sum ofta, so Mjølnir tók settið 25-16.
Rebekka Eysturskarð gjørdi munin
Helga Nordedal, venjari hjá Drátti, setti tingini upp á pláss í 2. setti, og genturnar vóru hamskiftar og løgdu seg væl framum, og settið lá til tær. Eitt skifti vóru tær frammanfyri við 5 stigum.
Men so skifti Mjølnir Rebekku inn at serva, og tað vendi øllum púrasta á høvdið. Við heilt ótrúliga góðum servum vann hon Mjønir inn aftur í settið og langt framum. Eftir hetta vendist ikki aftur hjá Drátti, og Mjølnir tók til endast settið greitt 25-20 og harvið dystin 2-0.
Til lukku Mjølnir!