G14 kapping - til seeding
Dagført 24. september:
---------------------
---------------------
Til øll feløgini!
Fyri FBF skipar Fleyr fyri eini kapping fyri G14 at finna fram til rætta seeding til landskappingina. Landskappingin hjá G14 veður leikt eftir sama leisti, sum G12 hevur verið í nøkur ár.
Kappingin verður í høllini á Hálsi leygardagin 25. september kl. 11.00. Øll lið skulu møta hálvan tíma áðrenn. Tó møtir TB kl. 12.30 og spælir sínar dystir út í eitt. Leikt verður best av trimum settum. 2 tey fyrstu settini frá 7-7 upp í 25 og 3. sett frá 0 upp í 15.
Bólkabýtið er gjørt út frá landskappingini 2020/21 og úrslitunum í A-bólkinum og B-bólkinum. Við hesum sum grund er bólkabýtið gjørt, sum sæst á talvunum á myndini niðanfyri.
Tapandi liðini í Meistarabólkinum og 1. deild flyta niður, og vinnandi liðini í 1. deild og 2. deild flyta upp til fyrstu kappingina í landskappingini. Nýggj lið kunnu tá tekna seg og koma so inn í 3. deild.
Meistarabólkurin spælir á einum vølli, og 1. deild og 2. deild spæla á trimum vøllum, so at tríggir dystir kunnu avgreiðast á gangin.
Vinaliga
FBF