Galla 2018
Hey øll flogbóltsáhugað!
Í ár vilja vit úr Fleyr fegin bjóða øllum flogbóltsleikarum, venjarum, nevndarlimum, dómarum og øðrum flogbóltsáhugaðum til ársins flogbóltsgalla. (Aldursmarkið er 18 ár, tó undantikið leikarar frá MM og MK).
Galla verður hildið í B36 húsinum leygardagin tann 21. apríl.
Veitslan byrjar kl. 18.00, og maturin verður serveraður kl 19.00.
Finnur Justinussen verður at taka liðmyndir frá kl. 18, so møtið stundisliga, so tit fáa tikið tykkara myndir áðrenn.
Tað er strangliga bannað at taka egið alkohol við inn til veitsluna! MEN, har verður ein fantastisk barr, har ALT kostar 30 kr.
Signar í Homrum og John Johansen leiða borðhaldið, og seinni fara Signar í Homrum og Rox at spæla til dans.
Prísur pr. persón er 395 kr. Tilmelding fer fram við at flyta pengarnar á kontonr. 9181-509.913.9.
Týdningarmikið er at viðmerkja navn og felag.
Freistin at melda seg til er 7. apríl.
Við ynski um eina góða veitslu.
Fleyr