Flogbóltsgalla 2023 verður í Havn leygardagin 6. mai 2023

💢Galla 2023💢

🎊🎉Flogbóltsgalla 2023 verður í Havn leygardagin 6. mai 2023🎉🎊

Fyri at leggja størri dent á at heiðra okkara leikarar kappingarárið 2022/2023 verður talan um tvey tiltøk og ikki eitt, sum vanligt hevur verið.

*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*

🎖Gallaheiður: kl. 17.00 í hølunum hjá Føroya Tele í Hoyvík

Her verða bestu leikarar okkara heiðraðir í hugnaligum á hábærsligum umhvørvi.

Afturvið verður tónleikur og okkurt leskiligt.

Byrjað verður stundisliga.

Allir leikarar, nevndarlimir og avvarðandi í feløgunum eru vælkomin.

Gallaheiðurin er ókeypis.

*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*

🍹Gallaveitsla: kl. 19.30 í B36-húsinum

Eftir gallaheiðurin verða tey, sum skulu til veitsluna, koyrd við bussum oman í B36-húsið til gallaveitsluna. Har verður sum vanligt góður matur, undirhald, okkurt leskiligt og tónleikur.

ℹ️ Melda til gallaveitsluna við at flyta kr. 500 á konto 9181 - 1200420 í seinasta lagi týsdagin 2. mai kl. 23.59 og viðmerk navn og felag.

Neyðugt er ikki at melda til gallaheiðurin, men væntandi møta øll har fyrst.