Hálvfinala í steypakappingini hjá monnum:
Mjølnir beina kós móti finaluni

Klaksvíkingar vóru rættiliga suverenir alt kappingarárið í fjør, og teir halda stásið við líka í ár. Bæði í steypakappingini og í landskappingini. Nú stendur hálvfinalan móti ÍF fyri tørni, og ÍF skal veruliga finna okkurt serligt fram, um teir ætla sær í finaluna.
 

Klaksvíkingar gjørdu bart í mansflogbólti í fjør
Eftir at hava ligið eitt sindur lágt í lendinum, hvat FM viðvíkur, síðan 2004, bragdaði endiliga aftur, tá Mjølnir fyri fyrstu ferð í 15 ár gjørdist føroyameistari 2019.

Heilt so drúgvur var turkurin ikki í steypakappingini, tí klaksvíkingar vunnu hana tvær ferðir á rað í 2006 og 2007.

Nú er glið komið á aftur, og tað er nógv sum bendir á, at tað er komið fyri at vera. Tí Mjølnir liggur langt fremst í landskappingini, og í steypakappinginin er liðið komið ósigrað í hálvfinaluna.

Har skal Mjølnir seinnapartin leygardagin spæla ímóti ÍF, sum gjørdist nummar tvey í bólki tvey. Og sjálvt um fuglfirðingar hava stoltar flogbóltstraditiónir seinnu árini, so er lítið sum bendir á, at teir fara at vinna á klaksvíkingum í morgin.
 

Aftur á beint
Sum nevnt hevur Mjølnir flotið heldur tungt í sjónum seinnu nógvu árini.

Stór útskifting av leikarum kostaði klaksvíkingum dýrt, og ein orsøk er ivaleyst, at teir høvdu ikki sett við í nóg góðari tíð.

Ikki tí, klaksvíkingar hava sanniliga roynt at klintra upp aftur á tindin, men tað var ikki fyrr enn í fjør, at tað veruliga glapp.

Og tá tað hendi, hendi tað við eitt brak, tí liðið var rættiliga suverent gjøgnum alt kappingarárið.

Tí kom tað heldur ikki óvart á, at Mjølnir vann steypafinaluna í fjør so greitt, sum liðið gjørdi. At Mjølnir var komið aftur á beint,  prógvaði liðið eisini í stríðnum um FM-finaluna, har liðið aftur vann á Fleyr, hesaferð tó tvær ferðirnar 3-1.
 

Fuglfirðingar stríðast
Hálvfinalan er tó ein dystur móti ÍF, sum seinnu árini hevur klárað seg rættiliga væl, bæði í steypa- og í landskappingini.

Telja vit saman, so er ÍF tað liðið av øllum, sum hevur vunnið flest FM- og steypakappingar hjá monnunum, nevniliga 19 í tali. ÍF hevur verið føroyameistari 11 ferðir og steypavinnari átta ferðir.

Tað hevur eingin gjørt teimum eftir.

Seinast ÍF vann steypakappingina var tó í 2016, og sjálvt um liðið gjørdist føroyameistari í 2018, so hevur tað ikki gingið líka væl í hond seinnu árini.

Men sjálvt um liðið liggur á triðja plássi í landskappingini, og gjørdist nummar tvey í sínum bólki í steypakappingini, so vita klaksvíkingar, at fuglfirðingar fara at stríðast fyri sigrinum. Tí tað gera teir altíð.

Dysturin millum Mjølnir og ÍF byrjar klokkan 19 leygarkvøldið, og verður stroymdur á www.kvf.fo.



Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík:

KVINNUR
Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR 

MENN
Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF

Stroyming verður á www.kvf.fo