Hálvfinala í steypakappingini hjá kvinnum:
Mjølnir favorittur móti KÍF
Tað eru nummar eitt og trý í landskappingini, sum hittast í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum, og sjálvt um tað er longri síðan Mjølnir var í finaluni enn KÍF, so eru klaksvíkskvinnur favorittar til sigurin.
Tað er bara tann eini dysturin, og tí kann alt henda.
Men heilt so einfalt er tað tó neyvan, tá Mjølnir og KÍF byrja røðina av semifinalum í Badmintonhøllini í Klaksvík seinnapartin leygardagin.
Dysturin millum Mjølnir og KÍF byrjar klokkan 13, og tað sum stendur upp á spæl, er eitt pláss í sjálvari finaluni, sum verður í Høllini á Hálsi leygardagin 22. februar.
Mjølnir hevur í ár prógvað, at tær hava fingið fótin fyri seg, og í landskappingini hava tær fingið góða byrjan. Liðið liggur nevniliga á odda í landskappingini við 19 stigum fyri átta dystir.
Mjølnir
Klaksvíkskvinnur hava altíð verið stinnar í flogbólti, men seinastu árini hava tær ligið heldur tungt í sjónum, tí sterkaru leikararnir eru farnir burturav, uttan at líka sterkir leikarar eru komnir inn í staðin.
Nú eru fleiri av teimum eldru leikarunum komnir aftur við góðari ítróttarligari barlast úr t.d. Danmark, men harumframt hevur Mjølnir fingið styrk uttaneftir. Og hetta sæst á spælinum.
Bara tapt ein dyst
Eitt er, at Mjølnir bara hevur tapt ein dyst í landskappingini í ár; eitt annað er, at liðið í steypakappingini hevur ruddað borðið. Og tað hevur Mjølnir gjørt í einum bólki, sum var rættiliga sterkur.
Umframt Mjølnir vóru eisini Dráttur og Fleyr, sum vann føroyameistaraheitið í fjør, í bólkinum, og tað endaði við, at Mjølnir vann sínar dystir, og endaði ovast, meðan Fleyr, sum í fjør eisini var í steypafinaluni, stóð eftir við ongum.
KÍF
Leygardagin er tað so KÍF, sum stendur fyri tørni, og spurningurin er so, hvussu reyða liðið úr Kollafirði fer at klára seg.
KÍF hevur hesi seinnu árini klárað seg rættiliga væl í landskappingini og í steypakappingini, um enn tað ikki hevur sæst so nógv aftur í steypum og gullmerkjum.
Tí er fyrra semifinalan nokk ikki avgjørd, um enn heimaliðið er favroittur til sigurin.
Kollfirðingar hava gott fólk, men tað sum spurningurin er í samband við fyrru hálvfinaluna er, um tær á útivølli klára at halda eitt nóg støðugt trýst, so tær klára at taka Mjølnir á bóli.
Tað er tann brennandi spurningurin, men her er tað serliga eitt, sum ger seg galdandi. Tað er, at talan er um eina hálvfinalu, har steypafinalan blunkar frammanfyri leikarunum. Akkurát tað er rættiliga spennandi, og tí kann væl vera, at tað gerst ein spurningur um, hvør er sterkastur, og hvør hevur bestu nervarnar.
Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík:
KVINNUR
Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR
MENN
Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF
Stroyming verður á www.kvf.fo