Hálvfinala í steypakappingini hjá kvinnum:
Vágastríð í Klaksvík um finalupláss

Seinna hálvfinalan í steypakappingini hjá kvinnunum, sum verður í Klaksvík leygardagin klokkan 15, verður eisini eitt stríð um Vágar. Sørvingar ruddaðu borðið í sínari innleiðandi pulju og skulu nú spæla ímóti kappingarneytunum á Giljanesi, sum liggur nummar tvey í landskappingini

Landskappingini er nakað fyri seg
Hon er eitt longri tørn, samanborið við steypakappingina, har bara ein dystur, ella tveir avgera alt.

Tað krevur meira yvir eitt longri tíðarskeið, tá eitt lið skal gerast føroyameistari, tí tað eru so nógvir dystir á skránni.

Í so máta er steypakappingin kanska eitt sindur stuttligari, tí tað stendur meira upp á spæl.

Við nýggju skipanini, sum steypakappingin verður spæld eftir, er tað blivið so, at liðini bara spæla tann eina dystin móti hvørjum øðrum, og tað vil í øgiliga stuttum siga, at vegurin til steyp og heiður gerst munandi styttri.

Tað eru tvey lið, sum hava klárað seg væl seinastu mongu árini.

Serlig dimensjón
SÍ hevur í nógv ár verið eitt av teimum heilt stóru feløgunum í landinum, og tað sæst aftur, tá hugt verður eftir listanum yvir, hvørji lið gjøgnum tíðirnar hava vunnið steypakappingina, bæði hjá teimum eldru, og ikki minst hjá teimum yngru.

Hetta seinasta skal gjarna kasta av sær aftur yvir tíð, og kanska er tað akkurát hetta, sum er við at koma til sjóndar nú, tí SÍ er tað einasta felagið í ár, sum hevur vunnið ein landskappingardyst móti Mjølni.

Og akkurát tað kann vera orsøkin til, at SÍ fer at knógva Drátti og spælir seg í finaluna.

Ikki tí, Dráttur er eisini eitt sterkt lið. Tað vísir stigatalvan í steypakappingina, og tað vísir stigatalvan í landskappingini eisini.

Tað, sum tó er greitt, er kortini, at hetta stríðið hevur eina serliga dimensjón við tað, at tað eru tvey lið úr somu oyggj, sum skulu kappast um finaluplássið.


Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík:

KVINNUR
Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR

MENN
Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF

Stroyming verður á www.kvf.fo