Samrøður á FM1 í sambandi við hálvfinalurnar í steypakappingini

Argentinski hjálparvenjarin stórtrívist í Klaksvík
Hoyr samrøðuna á FM1, sum Óli G. Samuelsen, flogbóltsreportari hjá FM1, gjørdi við Cristian Imhoff úr Argentina, ið er leikandi hjálparvenjari hjá Mjølni
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fm1-argentinski-hjalparvenjarin-stortrivist-i-klaksvik/

 


 


Mjølnir-formaðurin og formaðurin í FBF tóku samanum.
Hoyr samrøðurnar á FM1, sun Óli G. Samuelsen gjørdi við Jóhann Lützen og Magnus Tausen aftaná steypahálvfinaludagurin í Badmintonhøllini í Klaksvík var lokin.
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fm1-mjoelnir-formadurin-og-formadurin-i-fbf-toku-samanum/
 



Mjølnir-Fleyr, menn
3-1 (
25-14, 25-16, 23-25, 25-18)
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen, segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Gaja í Brekkuni var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Gaja tók eisini samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Thorvald Danielsen hjá Mjølni og Róa Hentze hjá Fleyr aftaná dystin. Thorvald væntar sær harðar finalur móti ÍF, bæði steypafinalu og FM-finalur.
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fm1-kiksadu-i-tridja-setti-men-vunnu-trygt-annars/
 



Dráttur-Fleyr, kvinnur
3-1 (25-22, 27-25, 14-25, 25-22)

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen, siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hannilena Weihe Simonsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina og hon tók stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen gjørdi við eina fegna Annu S. Hansen hjá Drátti, og eina meira vónsvikna Hildu B. Mortensen hjá Fleyr aftaná spennandi dystin.
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fm1-drattur-syrgdi-fyri-reinari-vaga-finalu-hja-kvinnunum/
 



ÍF – SÍ, menn
3-0 (25-12, 25-21, 25-16)

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen, siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Odd Eliasen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Odd Eliasen taka samanum ein ruddiliga uppibornan hálvfinalusigur hjá ÍF.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Áslak Holm hjá ÍF og Julian Vest Niclasen, ið vóru samdir um, at ÍF hevði ein framúr góðan dag, meðan tað lá verri fyri hjá SÍ í dag. 
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fm1-if-si-3-0-hoyr-avgerandi-boltarnir-og-samroedur/
 



SÍ – Mjølnir, kvinnur
3-0 (25-13, 25-20, 25-19)

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini Óla taka stutt samanum settini og dystin.

2) Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Sirið H. Samson hjá Mjølni og Ingu Helenu Henriksen hjá SÍ. 
https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/fm1-soervagskvinnur-vunnu-seg-sannfoerandi-i-steypafinaluna/