SÍ í steypafinaluni eftir 31-29 sigur í triðja setti móti ÍF

Í einum sera spennandi dysti vann SÍ í kvøld 3-0 á ÍF, og harvið pláss í steypafinaluni 25. februar.

Fysta settið var sera javn, og eftir at SÍ hevði verið á odda meginpartin av settinum, kom ÍF framum móti endanum, men hetta var ikki nokk, og SÍ vann spennandi settið 26-24.

Í øðrum setti var størri munur og SÍ vann trygd 25-19.

Men triðja settið hevði alt, og tá vit siga alt so er tað ALT.

Spenning, skiftandi oddalið, feilir, trætur og mangt annað.

Men endin varð at SÍ vann 31-29 og harvið dystin 3-0.
 

Nú er bert seinasta finalan eftir – hon er millum Fleyr og Ternuna og byrjar kl. 19.00.