Beinleiðis í Televarpinum
Skráin fyri hálvfinalurnar í steypakappingini 12. februar

Í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 12. februar:

Beinleiðis flogbóltur í Televarpinum við Óla og ekspertum

Leygardagin sendir Televarpið allar hálvfinalurnar beinleiðis á Rás1, og hjá teimum vaksnu verður Óli G. Samuelsen frásøgumaður.

Aftrat sær hevur hann Jón Kára í Brekkuni (Gaja) at gera viðmerkingar til tríggjar av dystunum: Fleyr-KÍF; SÍ-Dráttur og Mjølnir-SÍ.
Til dystin millum ÍF og Fleyr verður tað Odd Eliasen, sum fer at viðmerkja.
 

  • Kl. 13.00 Fleyr - KÍF, kvinnur
     
  • Kl. 15.00 ÍF - Fleyr, menn
     
  • Kl. 17.00 SÍ - Dráttur, kvinnur
     
  • Kl. 19.00 Mjølnir - SÍ, menn

  • Kl. 10.00 Gentur 14: Dráttur - Mjølnir

 

  • 19. februar. kl. 13.30 í Gundadalshøllini:
    Dreingir 14: Mjølnir - TB