Hálvfinalur í steypakappingini: Fýra tey bestu í Klaksvík á fimta sinni

Í ár er fimta árið, at hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar í Klaksvík. Fyrsta árið varð spælt í KÍ-høllini, og hini árini í Badmintonhøllini eins og í ár. 

Hesi fýra árini eru hópin av spennandi hálvfinalum leiktar – 16 í tali - og tiltakið hevur savnað nógvar áskoðarar.

Av teimum 16 dystunum hava bara fýra verið 3-0 sigrar.

Tann fyrsti var tá menninir í SÍ b (teir “gomlu”) í 2018 vunnu 3-0 á teimum yngru í SÍ a. 

Í 2020 vunnu kvinnurnar hjá Mjølni 3-0 á KÍF. Annað sett andaði 27-25.

Í fjør vóru so hinir báðir 3-0 sigrarnir, tá kvinnurnar hjá SÍ vunnu 3-0 á Mjølni, og menninir hjá ÍF vunnu 3-0 á SÍ. 

Um 3-0 sigrarnir siga nakað um styrkina hjá vinnandi liðnum ella tað er tilvildarligt, er ilt at siga, men í trimum av teimum fýra 3-0 sigrinum hevur vinnandi liðið eisini vunnið sjálva steypafinaluna. Einastu ferð tað ikki hendi, var í 2020, tá Mjølnir tapti 3-2 fyri SÍ, eftir at hava vunnið 3-0 á KÍF í hálvfinaluni.  

Tað sum okkum dámar allar best – 5-settarar – havi vit fingið tríggjar ferðir. Í 2019 vóru tveir; báðir kvinnudystir: SÍ vann 3-2 á KÍF og Fleyr vann 3-2 á Mjølni.

Í 2020 var aftur ein; hesaferð vunnu menninir hjá SÍ 3-2 á Fleyr. 

Allir hinar níggju hálvfinalurnar eru endaðar 3-1. 

Øll úrslitini í hálvfinalunum síðan 2018:

2018:
Kvinnur: Fleyr - TB 3-1 (25-22, 25-11, 22-25, 25-17)

Kvinnur: Dráttur - Mjølnir 3-1 (25-21, 25-17, 19-25 og 25-16)

Menn: ÍF - Mjølnir 3-1 (25-17, 25-15, 16-25, 25-23)

Menn: SÍ b - SÍ a 3-0 (25-21, 25-18, 25-22)

Allir dystirnir frá 2018 kunnu síggjast her: http://fbf.fo/halvfinalurnar-beinleidis

2019:
Kvinnur: SÍ - KÍF 3-2 (26-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10)

Kvinnur: Fleyr - Mjølnir 3-2 (17-25, 21-25, 25-17, 25-23, 15-12)

Menn: Mjølnir - SÍ 3-1 (25-17, 22-25, 25-13, 25-19)

Menn: Fleyr - ÍF 3-1 (26-28, 25-20, 25-23 og 26-24)

Allir dystirnir frá 2019 kunnu síggjast her: http://fbf.fo/flogboltsvarpid-halvfinalur-2019

2020:
Kvinnur: Mjølnir – KÍF 3-0 (25-21, 27-25, 25-18)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=104544

Kvinnur: SÍ - Dráttur 3-1 (26-24, 25-19, 23-25, 25-20)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=104549

Menn: Fleyr - SÍ 2-3 (23-25, 25-19, 25-23, 23-25, 11-15)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=104560

Menn: Mjølnir - ÍF 3-1 (23-25, 25-18, 25-22, 25-22)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=104559

2021: 
Kvinnur: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-13, 25-20, 25-19)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=120281

Kvinnur: Dráttur - Fleyr 3-1 (25-22, 27-25, 14-25 og 25-22)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=120289

Menn: ÍF - SÍ 3-0 (25-12, 25-21, 25-16)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=120297

Menn: Mjølnir – Fleyr 3-1 (25-14, 25-16, 23-25 og 25-18)
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar?sid=120286