Hálvfinalur kvinnur: Ikki so upplagt, sum stigatalvan sigur
Um hugt bara verður eftir stigatalvuni, er lætt at hugsa, at upplagda úrslitið av hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum er, at SÍ vinnur ta fyrru hálvfinaluna og Fleyr ta seinnu. Men heilt so einfalt verður tað neyvan
Kl. 15.00 MK SÍ - KÍF
Kl. 19.00 MK Fleyr - Mjølnir
Tað er spenningur um, hvør skal spæla steypafinaluna í flogbólti hjá kvinnnum.
Verður støðið tikið í stigatalvuni, kann kanska tykjast, at spenningurin er ikki so stórur, tí Fleyr og SÍ liggja so langt á odda í landskappingini, at tað er rættiliga sannlíkt, at tey vinna sínar hálvfinalur, men heilt so einfaldar eru hálvfinalurnar í steypakappingini kortini ikki.
Tað kemur serliga til sjóndar, um hugt verður at úrslitunum í landskappingini síðan hon byrjaði aftur eftir jól. Tí bara í hesum mánaðinum hava bæði Fleyr, sum er oddalið, og SÍ, sum liggur á øðrum plássi, tapt; móti ávikavist Mjølni og KÍF, sum eru liðini, tey spæla ímóti í hálvfinalunum leygardagin.
Nakað heilt fyri seg
Legg so tað afturat, at steypafinalan er nakað heilt fyri seg í føroyskum flogbóltshøpi. Sjálvt um føroyameistaraheitið altíð verður tann týdningarmesti sigurin hjá einum og hvørjum, sum kappast í ítrótti, hevur steypafinalan í føroyskum flogbólti fingið ein heilt serligan status.
Tann dagin venda øll eygu ímóti høllini á Hálsi, sum er pyntað og gjørd klár til dagin. Tann dagin gera miðlarnir nógv burturúr, og tann dagin gera eisini áskoðararnir nógv burturúr. Og fyri tey liðini, sum kanska ikki liggja heilt frammi í oddanum, kann tann dagurin hava so øgiliga nógv at siga fyri flogbóltsárið, sum nú líður móti endanum.
Hálvfinalurnar hjá kvinnunum vera eisini spældar í Klaksvík; tann fyrra, sum verður spæld klokkan 15.00, verður millum SÍ og KÍF, og tann seinna, sum byrjar klokkan 19.00 verður millum Fleyr og Mjølnir.
Skulu vit taka dystirnar í raðfylgju, so er SÍ favorittur til at vinna fyrru hálvfinaluna. Men ikki so stórur favorittur, sum tær vóru, tá innleiðandi umførini av steypakappingini vóru liðug. Tí hóast tær hava vunnið greitt á Drátti, Mjølnir og TB seinastu vikurnar, hava tær tapt seinasta dystin, júst móti KÍF. Gamaní taptu tær bara 3-2, men tær taptu so. Og tí verður spennandi at síggja, hvussu liðið fer at reagera, nú hálvfinalan tørnar fyri.
Mjølnir kann býta frá sær
Tað sama ger seg galdandi hjá Fleyr. Liðið hevur verið meira ella minni suverent í langa tíð, men tapti fyri fyrstu ferð á heimavølli í langsamiliga tíð - fyri júst Mjølni. Øll vita, at Mjølnir kann býta frá sær, og tí er tað eingin sjálvfylgja, at Fleyr vinnur seg í finaluna í ár. Legg tað afturat, at hálvfinalurnar vera spældar í Klaksvík; tað vil siga, at Mjølnir spælir á heimavølli. Tað kann fáa týdning, tá seinna hálvfinalan skal avgerast.