Hálvfinalur menn: Mjølnir aftur á tindunum

Eftir at hava ligið tyngri í sjónum í nøkur ár, hevur Mjølnir klárað at seta eitt lið saman, sum er nógv tað sterkasta í landskappingini. Tí er lítil og eingin ivi um, at klaksvíkingar fara at eiga annað liðið í steypafinaluni í ár. Í hinum dystinum er spenningurin tó størri, serliga tí munurin millum Fleyr og ÍF er ikki so øgiliga stórur


Kl. 13.00 MM Mjølnir - SÍ
Kl. 17.00 MM Fleyr - ÍF

Tað er øgiliga sannlíkt, at Mjølnir verður annað liðið í steypafinaluni í flogbólti hjá monnum. Eitt er, at liðið í steypakappingini gjørdi reint borð, eitt annað er, at liðið í landskappingini í ár hevur verið suverent.

Mjølnir hevur spælt 11 dystir í landskappingini, og hevur vunnið teir allar. Og í teimum 11 dystunum, sum klaksvíkingar hava spælt, hava teir bara tapt fýra sett; og ongantíð tvey í sama dysti. Tað vil siga, at Mjølnir, fyri fyrstu ferð í nógv ár, veruliga er aftur á tindinum, sum liðið var í 80-unum og 90-unum.

Klaksvíkingar hava í ár sett eitt lið saman, sum veruliga fær tingini at hanga saman, og verður hugt eftir dystunum hjá Mjølni, er eingin ivi um, at klaksvíkingar eru stórfavorittar í dystinum móti SÍ.


SÍ blandaða kapping
SÍ hevur hinvegin havt eitt sindur blandað kappingár higartil. Síðan landskappingin byrjaði aftur, hava teir spælt fimm dystir. og sørvingar hava tapt fýra av teimum. Eisini tí liggur tað til, at teir fáa tað meira enn óvanliga tungt í hálvfinaluni móti Mjølni, sum verður í Klaksvík leygardagin klokkan 13.00.


Fleyr - ÍF
Hin hálvfinalan, sum eisini verður spæld í Klaksvík leygardagin, klokkan 17.00, verður millum Fleyr og ÍF. Og hesin dysturin kann hinvegin gerast rættiliga spennandi. Ikki tí, gongdin hjá Fleyr er ógvuliga lík henni hjá SÍ, meðan ÍF, fuglfirðingum so líkt, hevur klárað seg øgiliga væl í landskappingini, nú hálvfinalurnar standa fyri durum. Fuglfirðingar hava vunnið tríggjar av teimum seinastu fimm dystunum í landskappingini - og tað eru tríggir teir seinastu dystirnir.

Tann seinasti dysturin, sum ÍF og Fleyr spældu, var móti hvørjum øðrum, á heimavølli hjá Fleyr. Og tann vunnu gestirnir úr Fuglafirði. Spurningurin er so, hvat av liðunum er betur fyri til hálvfinaluna. Taka vit royndirnar, so er eingin ivi um, at fuglfirðingar eru tað liðið, sum í so máta hevur mest at byggja á. ÍF hevur, saman við SÍ, sitið á flogbóltstrónuni síðan aldarskiftið.

Tí kann tann seinna hálvfinalan leygardagin gerast rættiliga spennandi, meðan tann fyrra neyvan verður serliga spennandi.