TB leikt seg í steypafinaluna

Kvinnuliðið hjá TB er í steypafinaluni, sum verður leikt hin 25. februar.

Hetta gjørdist greitt, tá tvørágentur í dag vunnu ein 3-1 sigur á Fleyr.

TB vann tvey tey fyrstu settini greit 25-20 og heili 25-14.

Men í triðja setti komu havnagenturnar aftur í aftur og vunnu 25-18.

Fjórða settið vann TB 25-21 og harvið eitt pláss í steypafinaluna.

Hinir dystirnir í dag eru:

Kvinnur:
Kl. 15.10 SÍ – KÍF

Menn:
Kl. 17.00 ÍF – SÍ
Kl. 19.00 Fleyr – Ternan

Kringvarpið stroymir allar dystirnar á https://youtu.be/BlORhLv8suw