Søguligur dystur og søgulig umsjónarfólk (supervisors)
Í kvøld leikti Mjølnir søguligan dyst í Challenge Cup ímóti hollendska Limax. Mjølnir vann fyrsta sett 25-11, men tapti síðani 22-25, 11-25, 15-25.
Tá dysturin var liðugur, var ein onnur søgulig hending fyri føroyskan flogbólt. Á fyrsta sinni nakrantíð hava vit fingið føroysk umsjónarfólk (supervisor). Nú hava vit ikki ein, men vit hava tveir.
Í sambandi við Silver League-luttøkuna í mai og juni í ár vístu Helga Guttesen og Bárður Bendix Mikkelsen áhuga at gerast umsjónarfólk. Ein av royndastu umsjónarfólkum í Evropa varð tá sendur til Føroyar at hava umsjón við flestu Silver League dystunum og at læra Helgu og Bárð handverkið. Tey vóru tá við til allar heimadystirnar hjá Føroyum.
Tey hava síðani verið í Danmark til ein Challenge Cup-dyst og vóru so aftur í eldinum í kvøld, har danin Aage Christensen hevði høvuðsumsjón ímeðan Helga og Bárður stóðu síðstu lærutíðina.
Tey verða nú skrásett sum umsjónarfólk (supervisors) hjá CEV og kunnu hava leiðslu av dystum kring Evropa. Harumframt kunnu tey hava leiðslu her heima, tá Silver League-dystir ella Challenge Cup-dystir eru á skránni.
Flogbóltsssamband Føroya ynskir Helgu og Bárði tillukku!