HM / EM kapping í Tórshavn
HM/EM kapping í Tórshavn
Dystirnir eru ásettir
Nú er ásett hvussu føroyska HM/EM landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal spæla sinar dystir í kappingini, sum verður í Tórshavn 23. - 25. mai í Høllini á Hálsi.
Føroyar leikar sín fyrsta dyst ímóti Írlandi kl. 20,00 mánadagin 23. mai, og næsti dystur verður ímóti Liktinsten týsdagin 24. mai eisini kl. 20,00.
Mett verður, at hesir báðir fyrstu dystirnir eru teir, sum føroyska liðið skal vinna, um møguleiki skal vera at koma víðari til annað umfar í EM-kappingini, tí tvey tey fremstu liðini í bólkinum vinna sær rættindi til hetta.
Um komast skal víðari í HM kappingini so er eisini neyðugt, at liðið vinnur dystin mikukvøldið 25. mai ímóti Kýpros, tí í HM-kappingini er tað bert vinnandi liðið, sum kemur víðari. Kýpros hevur annars vunnið kappingina fyri smátjóðir tey nógvu seinastu árini. Føroyska kvinnulandsliðið spældi ímóti Kýpros í mai í 2015, og tá gjørdist úrslitið 3-2 til Kýpros.
Til ber at ogna sær atgongumerki fyri kr. 150,00, sum er galdandi fyri allar dagarnar, og harumframt verður eisini møguligt at keypa dagatgongumerki fyri kr. 100,00.
Hinir dystirnir í kappingini verða:
23. mai kl. 17,00: Liktinstein - Kýpros
24. mai kl. 17,00: Kýpros - Írland
25. mai kl. 16,00: Írland - Liktinstein.