Formaðurin býður vælkomin til dyst í kvøld

Sum í ævintýrinum.....
 
Tað er næstan sum í ævintýrinum, tá ið spegilin á vegginum har fær spurningin, „hvør er vakrast í kongsríkinum?“.
 
Spurdu vit nú spegilin „hvør er best í kongsríkinum“ var svarið: „Tað ert tú Danmark, men ansa tær, tí Føroyar fara at taka teg!“

Hetta er søgan um góð evni, ídni, gott arbeiði í flogbóltsfeløgunum, væl skipað og miðvíst ungdómsarbeiði og A-landsliðsarbeiði í Flogbóltssambandinum og føroyskar leikarar í bestu donsku deildunum. Alt tað til samans hevur gjørt, at vit føroyingar kunnu siga, at vit nú eiga eitt A-landslið hjá kvinnum, sum er á stigi við danska A-landsliðið. Og vit eiga besta leikaran í kvinnuflogbóllti í øllum kongsríkinum. Hon er Sofía Purkhús, og hon er á vøllinum saman við øllum hinum fantastisku kvinnunum hjá okkum.

Øll árini síðan stovnanina í 1980, hevur Flogbóltssamband Føroya lagt seg eftir at hava miðvíst landsliðsarbeiði. Frá teimum smáu til tey eldru. Á Oyggjaleikum, í Norðurlendskum kappingum og í EMkappingum, har vit nú eisini hava U19 og U20 landslið. Altíð við dreyminum og dirvinum at skipa fyri í Føroyum.

Tað er hetta støðuga altjóða virksemið, sum hevur sín stóra leiklut í úrslitunum. 

Og gloymið ikki, at vit á yngru liðunum hava fleiri leikarar, sum við tíðini og røttu umstøðunum kunnu røkka enn longur.

Flogbóltsfamiljan í Føroyum er sera sterk, men politiski myndugleikin má raðfesta atljóða virksemið hjá allari føroysku ítróttini serstakt og hægri enn nú. Vit høvdu í 2015 serstaka altjóða pulju, sum kom ómetaliga væl við – serliga hjá teimum, ið tá skipaðu fyri kapping í Føroyum. Tað eru slíkar skipanir, ið eru neyðugar, so tað gerst møguligt haldandi 
at vera við á altjóða stigi og ikki minst bjóða kappingar sum hesa og tær í fjør fram her í Føroyum. Tí tað er drúgt og dýrt at vinna seg fram ímillum tey bestu, men tað er bæði stríðið og pengarnar vert. Serliga, tá ið vit nú kunnu leika á heimavølli, og vit merkja gleðin hjá leikarum og avvarðandi og tann holla stuðul, vit fáa innanhýsis og frá kommunum 
og hollum stuðlum.

Eg takki tykkum øllum somlum hjartaliga – tað ber bara til, tá ið vit eru nógv, ið ganga saman um tað.

Koyrið á Føroyar!

Flogbóltssamband Føroya
 
Magnus Tausen
formaður