Bestu leikararnir í HM/EM kappingini kosnir
Á endahátíðarhaldinum sum var á Hotel Føroyum í gjárskvøldið, vórðu bestu leikararnir í kappingini valdir. Av teimum 7 heiðurplássunum fekk føroyska liðið trý pláss. Sofía Purkhús vann plássini sum besti áleypari í kappingini, eins og hon fekk heiðurin sum besti heimligi leikarin. Harumframt vann Birgit Guttesen heiðurin sum besti diagonalur. Tað vóru venjararnir hjá øllum liðunum, sum valdu hesar leikarar.
Hesir vóru:
Besti hevari: Ioanna Leonidou, Kýpros – latið: Fuglafjarðar Kommuna
Besti diagonalur: Birgit Guttesen, Føroyar – latið: Sørvágs Kommuna
Besti miðblokkur: Antri Jordanou, Kýpros – latið: Nes Kommuna
Besti áleypari: Sofía Purkhús, Føroyar – latið: Vága Kommuna
Besti libero: Elena Mosfilioti, Kýpros – latið: Tvøroyrar Kommuna
Besti heimligi leikari: Sofía Purkhús, Føroyar – latið: Klaksvikar Kommuna
Týdningarmesti leikarin: Ioanna Leonidopu, Kýpros – latið: Tórshavnar Kommuna
Leikararnir fingur eina standmynd av Kópakonuni.
Harmframt lat Tórshavnar Kommuna gávur til dómararnar og tekniska eftirlitsleiðaran, umframt at Mentamálaráðið lat bók um føroyska list til luttakandi londini.
Útlendsku liðini fóru av landinum í morgun.