HM/EM landsliðið funnið BRÚNNA út í Evropa
Føroysku flogbóltskvinnurnar eru her avmyndaðar á brúnni um Sandá, saman við Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini, Heðin Mortenseni, borgarstjóra, og Magnusi Tausen, presidenti í FBF.
Føroysku flogbóltskvinnurnar hava fleiri ferðir áður víst, at tað er dugur í teimum. Øllum kunnugt hava kvinnurnar klárað seg sera væl til Oyggjaleikirnar, sum tær hava vunnið sjey ferðir, men í fyrraárið gjørdu tær bart, tá tær á fyrsta sinni spældu seg víðari í EM-kappingini fyri smátjóðir. Tað hendi, tá tær greitt vunnu sín undanbólk, sum ta ferðina varð spældur í Íslandi.
Og tað er nógv, sum bendir á, at føroysku flogbóltskvinnurnar hava funnið brúnna út í heim, ella í øllum førum út í Evropa.
Í gjár spældu Føroyar móti Liktinstein í øðrum umfari av undanbólkinum, sum í hesum døgum verður leikt í høllini á Hálsi í Havn, og við sigri í tí dystinum, hevur kvinnulandsliðið í flogbólti vunnið sær rætt til at spæla við í endaspælinum fyri smátjóðir í Evropa.
Men tær kunnu røkka longur enn. Tað kunnu tær gera, um tær vinna dystin móti Kýpros, sum verður leiktur í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 18.30. Kappingin er nevniliga skipað soleiðis, at vinnarin av bólkaspælinum í Havn fær ikki bara rætt til at spæla um evropeiska meistaraheitið, hann fær eisini rætt til at spæla undanspæl til HM.
Kýpros og Føroyar hava vunnið sínar báðar dystir, men av tí at Føroyar hava vunnið eitt sindur størri sigrar, er tað heimaliðið, sum liggur á odda í kappingini áðrenn seinasta umfar. Um tað heldur til samanlagdan sigur, fæst at síggja í høllini á Hálsi í kvøld.