HM/EM landsliðið í luftina kl. 18.30

So eru (í skrivandi løtu) minni enn trý korter til føroyska liðið fer í luftina, og avgerðin fellur um, hvør verður vinnarin í bólkinum, sum verður spældur í Høllini á Hálsi.

Føroyska liðið er í løtuni ávegis til høllina, har møtstøðuliðið verður Kýpros. Vinnarin av dystinum vinnur sær rættindi til víðari luttøku í HM kappingini.

Dysturin byrjar kl. 18.30, og verður vístur beinleiðis í Kringvarpinum og stroymaður á internetinum

Dómarar í dystinum í kvøld vera Dominik Pawel Biegajlo úr Onglandi og Alexander Sikanjic úr Liktinstein.

Stroyming: https://www.youtube.com/watch?v=ZgqblpoMXEo