HM/EM landsliðið: Klaksvík væl umboðað
Mynd: Frá vinstru: Elisabeth Purkhús, Sofía Purkhús og Eina Kalsø (Birgit Guttesen manglar á myndini).
Tað eru fýra leikarar úr Mjølni við á landsliðnum í ár. Og hetta eru royndir leikarar, sum seinastu árini hava slitið sínar flogbóltsskógvar í Danmark; harav tær í ár m.a. vunnu bronsu í donsku kappingini.
Hóast sín unga aldur, so hava tær longu nógvar landsdystir í kroppinum, tí m.a. Birgit Guttsen, sum kanska ikki er ektaður klaksvíksingur, longu skal nú skal spæla sín 47. landsdyst. Birgit hevur upprunaliga spælt við SÍ og er ættað úr Bø, men seinastu árini, áðrenn hon fór til Danmarkar, leikti hon við Mjølni.
Teir “ektaðu” klaksvíkingarnir eru Purkhús-systrarnar Elisabeth og Sofía Purkhús og Eina Kalsø.
Hvør minnist ikki, tá tað var kunngjørt, at tað var Sofía Purkhús, sum var vald til besta flogbóltsleikara í kongaríkinum – hetta hevur ikki nøkur onnur føroysk ítróttagrein megnað.
Systurin Elisabeth hevur eisini havt eitt gott kappingarár, og var eisini ovaliga millum teir bestu miðblokkarnar í Danmark. Sofía og Elisabeth leika ávikavist sín 32. og 14. landsdyst mánakvøldið.
Eina Kalsø er ein tann mest royndi hevarin vit hava í løtuni. Hon skal nú leika sín landsdyst nr. 32, men enn er langt á mál, um hon skal røkka metinum hjá mammuni Marjuni Kalsø, sum leikti omanfyri 100 landsdystir.
Nærri lýsing av leikarunum:
Navn: |
Hædd |
Aldur |
Leikapláss |
Landsdystir |
Eina Stephania Kalsø |
170 |
25 |
Hevari |
31 |
Elisabeth Purkhús |
180 |
25 |
Mið blokkur |
13 |
Sofía Purkhús |
180 |
23 |
Áleypari |
31 |
Birgit Guttesen |
178 |
25 |
Diagonalur |
46 |
Føroyar spæla sín fyrsta landsdyst í kappingini ímóti Írland mánakvøldið kl. 20.00.