HM/EM landsliðið: Seinasta venjingin í Kollafirði í dag

Mynd: Eyð G. Magnussen, Anna Sára L. Skaalum, Súsanna Ludvig og Anja S.Danielsen.

Føroyska kvinnulandsliðið hevði í dag kl 12.15 sína seinastu venjing í Kollafirði, sum hevur verið fastur venjingarstaður hjá liðnum í fyrireikingunum til HM/EM kappingina.

Liðið er nú fullmannað, eftir at seinastu leikararnir komu til landið í gjár.

Tað er serliga móttøkuvenjing og servitrýst, sum liðið venur í løtuni, upplýsa venjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen.

Í morgin flytir liðið á Hotel Føroyar, eins og Kýpros, Liktinstein og Írland, sum koma við Atlantic Airways í morgin.

Á myndini eru teir fýra leikararnir, sum eru úr Fleyr:

Navn:

Hædd

Aldur

Leikpláss

Landsdystir

Anja Sonnadóttir Danielsen

181

23

Áleypari

34

Súsanna Ludvig

183

19

Miðblokkur

0

Anna Sára Leifsdóttir Skaalum

172

24

Áleypari

0

Eyð Guðrunsdóttir Magnussen

175

24

Libero

11

 

Sum tað framgongur, hava Anna Sára Leifsdóttir Skaalum og Súsanna Ludvík sína fyrstu A-landsdystir fyri framman, meðan Anja Sonnadóttir Danilesen skal spæla sín landsdyst nr. 35 mánadagin ímóti Írlands kl. 20.00 í Høllini á Hálsi.

Eyð Guðrunsottir Magnussen hevur fyrr leikt í Fleyr, men spælir í løtuni í donsku landskappingini, og tryggjaðu tær sær í ár uppflyting til bestu deildina. Hon skal spæla sín landsdyst nr. 12 mánadagin.