HM/EM LANDSLIÐIÐ: Tríggjar úr KÍF

HM/EM LANDSLIÐIÐ: Tríggjar úr KÍF

Mynd: Frá vinstru: Sóley Poulsen og Guðrun Simona L. Joensen (Hanna A. Olsen manglar á myndini).

Tað eru tríggir leikarar úr KÍF við á landsliðnum í ár. Uttan iva, er hetta størsta talið av leikarum, sum KÍF hevur havt við á einum A-landsliðið í flogbólti.

Leikararnir eru hesir:

Navn:

Hædd

Aldur

Leikpláss

Landsdystir

Hanna Andriasdóttir Olsen

181

22

Áleypari

0

Sóley Poulsen

180

26

Miðblokkur

25

Guðrun Simona L. Joensen

163

24

Hevari

15

Hanna A. Olsen fer mánadagin at spæla sín fyrsta A-landsdyst, men hevur fyrr verið við á ungdómslandsliðum hjá Flogbóltssambandinum. Hennara sterka síða er álopið, har hon hevur sera stóra slagstyrki.

Sóley Poulsen hevur í heimligu kappingini víst sína styrki sum ein sterkur miðleikari, umframt at hon í ár varð vald sum ársins blokkleikari av venjarunum í kvinnukappingini. Hon hevur higartil leikt 25 landsdystir.

Guðrun Simona L. Joensen er við sum hevari. Hon var eisini við í EM-endaspælinum seinasta ár í Liktinstein, eins og hon var við á Oyggjaleikunum í fjør. Sostatt er hetta triðja stóra kappingin hon er við í. Hon kemur mánadagin ímóti Írlandi klokkan 20.00 at spæla sín A-landsdyst nr. 16.