Avgerandi umfar í steypakappingini
Steypakappingin hjá bæði monnum og kvinnum heldur fram hetta vikuskiftið, nú seinasta leikumfar er í bólkaspælinum. Higartil er tað bara Mjølnir, sum heilt sikkurt er víðari hjá bæði monnum og kvinnum. Tað er tí alt at spæla fyri.
Fleyr skal vinna á Mjølni
Hjá kvinnunum tapti Fleyr akkurát fyri SÍ í seinastu steypafinalu. Hesaferð verður tað ómetaliga trupult hjá Fleyr at koma so mikið sum í hálvfinalunar. Kravið er líkatil. Ein sigur skal til á Mjølni, og sigurin má ikki vera minni enn 3-1. Tað verður alt annað enn lætt. Hitt liðiði bólkinum, Dráttur, kann bara bíða og vóna, at Mjølnir spælir, sum tær hava spælt higartil í landskappingini. Tí so er Dráttur víðari saman við Mjølni.
Í hinum bólkinum er KÍF í somu støðu sum Dráttur. Tær mugu bara bíða og vóna, at SÍ tekur minst eitt sett ímóti TB. Og tað skal vera løgið, um ikki tað hendir. SÍ er í løtuni sterkasta liðið í kvinnudeildini, og á heimavølli eru tær ikki til at taka. Alt bendir tí á, at hálvfinaluliðini hjá kvinnunum verða Mjølnir, KÍF, Dráttur og SÍ, men í steypadystum kann alt henda.
SÍ a og SÍ b dystast um eitt pláss
Hjá monnunum er Mjølnir longu í hálvfinaluni úr bólki 1. Hitt plássið úr bólki 1 verður avgjørt í Sørvági, har SÍ a og SÍ b mugu gera av sína millum, hvør er sterkari. Tann avgerðin fellur sunnudagin. Tað er tí vist, at SÍ fær lið í hálvfinaluna, spurningurin er bara hvat.
Bólkur 2 er harafturímóti ikki avgjørdur enn. Støðan er:
Fleyr a 5 stig
ÍF a 4 stig
ÍF b 3 stig
TB 0 stig
Fleyr a og ÍF a best fyri
ÍF a tekur ímóti TB, sum enn ikki hevur fingið stig í bólkaspælinum, men tó hevur rættiliga bitið frá sær. ÍF a er tó stórfavorittur. Hjá Fleyr a er tað harafturímóti eitt sindur truplari, tí mótstøðuliðið ÍF b hevur staðið seg væl í bólkaspælinum, og hevur møguleikan at leika seg víðari. Dysturin sunnudagin er tí saman við dystinum í Sørvági sama dag avgjørt hæddarpunktið hjá monnunum higartil í steypakappingini.
Tað verður har, alt fellur upp á pláss og greiða fæst á, hvør spælir hálvfinalu í Klaksvík leygardagin 8. februar, har Mjølnir heilt sikkurt verður eitt mótstøðulið.
Dystir hetta leikumfarið:
Kvinnur
Leygardag 25.01.20 kl. 16.00 Bólkur 1 SÍ–TB Ítróttahøllin í Sørvági
Leygardag 25.01.20 kl. 16.00 Bólkur 2 Fleyr – Mjølnir Høllin á Hálsi í Havn
Menn
Leygardag 25.01.20 kl. 14.30 Bólkur 1 Mjølnir –Fleyr b Badmintonhøllin í Klaksvík
Sunnudag 26.01.20 kl. 14.30 Bólkur 1 SÍ a –SÍ b Í tróttahøllin í Sørvági
Leygardag 25.01.20 kl. 15.00 Bólkur 2 ÍF a –TB Ítróttahøllin á Kambsdali
Sunnudag 26.01.20 kl. 15.00 Bólkur 2 Fleyr a –ÍF b Høllin á Hálsi í Havn