Áminning: Seinasta tilmeldingarfreist 24. september:
Innbjóðing til kapping í Kollafirði fyri yngri deildir 1.-2. oktober 2016

Hey tit! 

Síðsta freist at melda til kappingina fyri yngri deildir í Kollafirði 1. og 2. oktobur, er leygardagin 24. septembur

Eingin broyting verður gjørd aftaná at kappingin er løgd.

Vinarliga
Johild Hansen
KÍF


======================================================
 

Vikuskiftið 1. og 2. oktober 2016 skipar KÍF fyri kapping í Kollafirði.

Bjóðað verða Flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3 - G/D 12  -  KVU/MU.

Kappingin hjá KVU/MU telur við til FM.

Kappingin hjá G/D12 telur ikki við til FM. Ístaðin verður kappingin brúkt sum grundarlag at bólka liðini eftir til komandi FM kapping.
 

Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað, soleiðis at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.

Flogbørn og G/D12 spæla leygardagin 1. oktober. KVU/MU spæla sunnudagin 2. oktober.


Tilmelding á flogboltur(KURLA)kif.fo í seinasta lagi leygardagin 24. september 2016.

Kostnaður kr. 200 fyri hvørt lið. Peningurin skal flytast á kontu 9181 – 4972076 í Eik Banka.


Við flogbóltskvøðu
KÍF