Innbjóðing til FK-Cup 2016 fyri yngri deildir

Til flogbóltsfeløgini!

(Innbjóðingin kann eisini lesast á PDF her)


Árliga FK-Cup fyri yngri deildir verður leygardagin 10. desember og sunnudagin 11. desember 2016.

Kappast verður í øllum aldursbólkum:
Fløgbørn (level 0,1,2,3)
G/D 12
G/D14
G/D16
MU/KU

Luttøkutreytir:
Tilmelding til FK-Cup fyri yngri deildir skal vera Fleyr í hendi innan 3. desember 2016 kl. 18:00.

Tilmelding skal sendast til teldupost: fleyr@fleyr.fo (cc. Christina.nolsoe@skulin.fo).
Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum samstundis.
Hetta hjálpir okkum almikið :-)


Luttøkugjald: kr. 200,00 fyri hvørt lið.
Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460 – 179.646.3

Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu tilmeldingarfreistina 3. desember kl. 18.00, kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Tit frætta nærri, tá ið kappingin er løgd. Vit miða eftir at skráin fyri kappingina er klár mánadagin áðrenn kappingarnar byrja :-)

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti.

Eru spurningar, eru tit vælkomin at ringja til Christinu Nolsøe telefon 289657 ella á telduposti fleyr@fleyr.fo.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til FK-Cup 2016.

Við flogbóltskvøðu
Flogbóltsfelagið Fleyr

Christina Nolsøe
Samskipari