Innbjóðing til TB-kapping 26. & 27. okt. 2019

Hervið  bjóðar TB til flogbóltskapping í Trongisvági 26. og 27.  oktober 2019.

Kappingin er fyri:
- Flogbørn 0-1-2-3
- Gentur og dreingir 12 ár
 
Meldast skal til á tbflogboltur2016@gmail.com 
Eru spurningar, kann ringjast til tlf. 21 20 13
 
Heitt verður á feløgini um at senda okkum eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum. 
 
Tilmeldingarfreistin er onskvøldið 16. oktober 2019.
 
  • Tá allar tilmeldingarnar eru komnar, verður avgerð tikin um kappingin verður báðar dagarnar ella bara leygardagin 26. oktober 2019.
 
Luttøkugjaldið er 200 kr. pr. lið
Vinarliga flytið peningin á konto:  9870 - 0009985965
Er luttøkugjaldið ikki goldið 16. okt., kann nevnda lið / felag roknast sum ikki tilmeldað.
 
Tað hevði glett okkum at sæð luttøku av øllum flogbóltsfeløgum í landinum.
 
Við flogbóltskvøðu
TB