Áminning; enn eru nøkur pláss eftir til venjaraskeiðið:
Broyting: Venjaraskeiðið útsett enn einaferð
ÍSF venjarakeið 8. og 9. oktober 2016

ÍSF minnir á, at enn eru nøkur pláss eftir til venjaraskeiðið, sum verður 12. og 13. novembur.

 

---------------------------------------------------

BROYTING - enn einaferð:
Venjaraskeiðið, sum skuldi verða 8. og 9. oktober, og síðani varð útsett til 29. og 30. oktober, er útsett enn einaferð; nú til 12. og 13. november!

Hetta vegna tað at undirvísarin Heri Ziska er útnevndur til ársins leiðara í Dansk Atletikforbund – handanin verður sama vikusifti, sum skeiðið skuldi vera, og er hetta orsøkin at vit noyðast at flyta tað til 12.-13. nov.

Vónandi fer luttøkan allíkavæl at vera góð.

Vinarliga

ÍSF
Anita

Upprunaliga lýsingin (við skeivari dagfesting) er at lesa niðanfyri:

========================================

 

Venjaraskeið 8. og 9. oktober 2016

Hevur tú hug at førleikamenna teg, at fáa eitt netverk tvørtur um ítróttagreinir og fáa íblástur til komandi kappingarár?

So er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.

Skeið fyri venjarum – Venjari 1
– Ítróttur fyri børn og ung.
– Ítróttur og venjing
– Ítróttaskaðar – nei takk

08. og 09 . oktober 2016 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum.

Byrjað verður leygardagin kl. 09.00 til 20.30 og sunnudagin verður hildið fram frá kl. 09.00 til 17.00.
keiðið fer fram í ÍSF-húsinum í Havn.

Undirvísari: Heri Ziska.

Les meira um skeiðið á heimasíðuni hjá ÍSF her!