Kunning í sambandi við kæru í steypakappingini hjá monnum
Kappingarnevndin í FBF hevur viðgjørt kærur í sambandi við leikaraloyvið hjá Mjølnir- leikaranum Cristian Barrios.
Úrskurðurin hjá kappingarnevndini er, at Mjølnir hevur brúkt ein ólógligan leikara í tveimum dystum í steypakappingini.
Mjølnir verður dømt at tapa:
Dyst nr. 2003 leiktur 13. januar við úrslitinum 0-3 og við settúrslitunum (00-25, 00-25, 00-25)
Dyst nr. 2006 leiktur 15. januar við úrslitinum 0-3 og við settúrslitunum (00-25, 00-25, 00-25)
Hetta hevur ávirkan á endaliga úrslitið í bólkaspælinum í steypakappingini, sum við hesum úrslitunum kemur at síggja soleiðis út:
Støðan | Dystir | Sett | |||||||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
ÍF | 4 | 3 | 0 | 0 | 1 | 11 | 4 | 7 | 10 |
SÍ | 4 | 2 | 1 | 1 | 0 | 9 | 6 | 3 | 8 |
Fleyr | 4 | 2 | 0 | 2 | 0 | 8 | 7 | 1 | 6 |
Mjølnir | 4 | 1 | 0 | 3 | 0 | 4 | 9 | -5 | 3 |
Ternan | 4 | 1 | 0 | 3 | 0 | 3 | 9 | -6 | 3 |
Hálvfinalurnar í steypakappingini, sum verða leiktar í Klaksvík leygardagin 18. februar, koma tí at síggja soleiðis út:
Kl 13: Fleyr – Ternan (kvinnur)
Kl 15: SÍ – TB (kvinnur)
Kl 17: SÍ – Fleyr (menn)
Kl 19: ÍF – Mjølnir (menn)