Innbjóðing til kapping í Kollafirði 5. - 6. november 2016

Vikuskifti 5. og 6. november 2016 skipar KÍF fyri kapping í Kollafirði.

Bjóðað verður flogbørn level 0 - 1 - 2 - 3 - G/D12 - KVU/MU.

  • Flogbørn og G/D12 spæla leygardagin 5. november.
  • KVU/MU spæla sunnudagin 6. november.


Kappingin hjá G/D12 og KVU/MU telur við til FM.

Kappingin hjá G/D12 verður í bólkum eftir dugnaskapi, grunda á fyrstu kappingina í ár.

Luttekur felag við meira enn einum liði í sama aldursbólki, skulu liðini nevnast í bókstavarað ella talrað soleiðis, at A ella 1 verður at rokna sum tað besta liðið, B ella 2 sum tað næstbesta o.s.fr.

Tilmelding á flogboltur(KURLA)kif.fo í seinasta lagi mikudagin 26. oktober 2016.

Kostnaður kr. 200 fyri hvørt lið. Peningurin skal flytast á kontu 9181 – 4972076 í Eik Banka

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll :)


Við flogbóltskvøðu
KÍF