Endaliga kappingarskipanin 2017/2018 á rokniarki

Kappingarskipanin fyri 2017/2017 kann takast niður her - á rokniarki. 



So hava vit gjørt øll ørkini klár. Onkur smávegis boyting er gjørd, sum vit hava fingið boð um, síðan vit løgdu skránna út fyrr í vikuni. 

Enn er kappingarskipanin ikki løgd út á ymsu síðurnar á heimasíðuni, men hetta verður gjørt í næstum...


Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya hevur gjørt av, at dystir í Meistaradeildini hetta kappingarárið sum grundregla verða ikki fluttir. Eru heilt serligar orsøkir - tað kann vera veður, andlát ella onnur heilt serlig viðurskifti, sum gera seg galdandi - kunnu dystir verða fluttir. Tá skulu feløg boða Flogbóltssambandinum frá ynskinum um flyting og fáa loyvi til flytingina. Nýggj dagfesting skal verða ásett, áðrenn flytingin verður góðkend. 


Heitt verður somuleiðis á feløgini at halda dystarásetingarnar í øðrum deildum, men feløgini kunnu innanhýsis gera tillagingar í serliga yngru deildunum. Talan er ofta um leikarar, sum leika í fleiri deildum. FBF skal hava fráboðan í øllum førum, tá ið dystir verða fluttir. 


Og so er bara eftir at ynskja okkum øllum eitt gott kappingarár.

 

Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya

Magnus Tausen 
formaður