Dagført / rættað 14. sep. kl. 16:45
Kappingarskipanin og tiltaksyvirlit 2023/2024 - á rokniarki

Dagført / rættað 14. september kl. 16:45:

Tvær broytingar aftrat:
1006: fluttur frá kl. 17 til 14
622: fluttur frá kl 15 til 18.30

------------------------------------------

Dagført / rættað 11. september kl. 17:00:

Onkrir feilir vóru í kappingarskránni og tiltaksyvirlitinum, sum bleiv send út fríggjadagin:

Seeding-kappingin fyri G14 verður á Sandi komandi vikuskifti 17/9-23 og IKKI 7/19, sum stóð í tiltaksyvirlitinum.
   
Dystur nr. 1011 – ST-K, B-2 er fluttur.
Dystur nr. 2 – FT-K er fluttur
Dystur nr. 31 – FT-K er fluttur
Dystur nr. 2008 – ST-M er fluttur
Dystur nr. 109 – FT-M er fluttur

------------------------------------------

So eru kappingarnar fyri 2023/2024 lagdar. 

==>> Fyribils sæst skráin á rokniarki her

So líðandi fara vit at legga dystarskránna út á vanligu síðurnar á heimasíðuni. 

==>> Tiltaksyvirlitið sæst á rokniarki her!
 

〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️

Gevið gætur, at enn er skráirnar fyri G16/D16 og G14/D14 ikki lagdar. Hetta grundað á, at neyðugt er fyrst at fáa avgreitt seeding-kappingarnar hjá G14 og G16.

〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️

Seeding-kappingin fyri G14 verður á Sandi tann 17/9-23 kl. 13.

Gevið gætur: Teistin siglir kl. 11.15. Akfør skulu vera í bíðirøðini minst 15 min. fyri fráferð. Eitt gott hugskot er at bíleggja pláss til bilin, um tit vilja hava hann við.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til poulina@fbf.fo

Viðmerkjast skal felag, G14 og nøgd av liðum, tit ætla at melda til.

FREIST AT MELDA TIL: 13/09-23

〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️

Seeding-kappingin fyri G16 verður í høllini á Hálsi tann 1/10-23 kl. 13.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til poulina@fbf.fo
Viðmerkjast skal felag, G16 og nøgd av liðum, tit ætla at melda til.

FREIST AT MELDA TIL: 22/09-23

〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️〰️

Í tiltaksyvirlitinum eru landsliðsvenjingar lagdar inn. Her kunnu koma broytingar í sambandi við dystir o.a.

Hyggið gjølla eftir tilfarinum. Av óvart kunnu feilir vera. Leggja tit merkis til okkurt, verður hetta sjálvandi rættað.

Vónandi taka tit væl ímóti.