Kappingarskipanin 2016-2017

Til øll feløgini!

Her kunnu tit heinta landskappingina (rokniark) og yvirlit yvir kappingar (PDF) av ymiskum slagi, sum verða skipaðar undir FBF í vetur. Arbeitt verður við at fáa tvær Flogbarnakappingar skipaðar afturat teimum, ið eru at síggja í yvirlitinum. Eina á Kambsdali og eina í Sandoynni.


Landskappingin er løgd soleiðis, at tað sum mest er hugsað um tey ynski, ið feløgini hava sent inn. Men ikki tykkum at siga, ber ikki til at ganga øllum á møti. 


Eins og kappingarárið 2015/16 verður desember stórt sæð brúktur til steypakappingina í Meistaradeildini. Aðrar deildir leika tó sínar dystir, umframt at m.a. FK-Cup fyri tey yngru liðini eisini verður hildin. Henda kappingin saman við Mjølnir-kappingini gevur atgongd til steypafinalurnar hjá teimum yngru liðunum. 


Seeding í steypakappingini hjá meistaradeild kvinnum:
1. Fleyr – steypavinnari 2015/16
2. SÍ - tapari í steypafinaluni 2015/16
3. TB - tapari í hálvfinaluni, men frammanfyri KÍF í landskappingini 2015/16
4. KÍF - tapari í hálvfinaluni og aftanfyri TB í landskappingini 2015/16
5. Dráttur - nr. 2 í landskappingini 2015/16
6. Mjølnir - nr. 6 í landskappingini 2015/16
7. ÍF - nr. 7 í landskappingini 2015/16
8. Ternan - nýtt lið í Meistaradeildini


Seeding í steypakappingini hjá meistaradeild monnum:
1. ÍF – steypavinnari 2015/16
2. SÍ – tapari í steypafinaluni 2015/16
3. Fleyr – tapari í hálvfinaluni, frammanfyri Ternuna í landskappingini
4. Ternan – tapari í hálvfinaluni og aftanfyri Fleyr í landskappingini
5. Mjølnir – nr. 5. Í landskappingini
6. TB – nýtt lið í steypakappingini


Gentur 14 leika í tveimum bólkum, og har eru tey liðini, ið vóru í landskappingini 2015/16 seeda eftir úrslitinum tá. Har feløg hava a og b er seedingin gjørd so, at tey ikki eru í sama bólki. Leiktir verða tríggir dystir innanhýsis og seedingin ger av heima/útidyst. Eftir lokna landskapping leika nr. 1 bólki A ímóti nr. 2 í bólki B og nr. 1 í bólki B ímóti nr. 2. í bólki A. Finalurnar verða, sum fyri øll hini yngri liðini, leiktar í Trongisvági í mars 2016.


Heitt verður á feløgini at koma við sínum viðmerkingum sum allar skjótast og ikki seinni enn sunnukvøldið 2. oktober kl. 20.00 á fbf@fbf.fo     


Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya

Magnus Tausen
formaður