Kappingarskipanin 2020/2021 løgd.
Landskappingin í Meistaradeildini byrjar mikukvøldið 7. oktober 2020

Í kvøld, mikukvøldið 7. oktober, byrjar landskappingin í flogbólti, og fyrsti dystur verður ímillum Mjølnir og KÍF í Meistaradeildini hjá kvinnum. Dysturin, sum verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík, byrjar kl. 19. Síðani verður spælt slag í slag næstu dagarnar:

MK hós 08-10-20 Dráttur - Giljanes 19.30
MM frí 09-10-20 Fleyr - Stórhøll 19.00
MK ley 10-10-20 Dráttur - Fleyr Giljanes 17.00
MK sun 11-10-20 TB - Mjølnir Trongisvágur 14.30
MK sun 11-10-20 KÍF - Kollafjørður 13.00


----------------

Dystir í Meistaradeildunum verða ikki fluttir. Tó undantikið, tá ið veðrið leikar í, tá ið hallir eru dupultbókaðar (tað kann tíverri koma fyri hóast alt er eftirkannað nú), og tá ið jarðarferð ella heilt, heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi. Annars verður leikt ásetta tíð.

Í øðrum deildum eiga dystir heldur ikki at verða fluttir, men leiktir ásetta tíð. Feløgini kunnu tó innanhýsis flyta dystir, men tá ið dystur verður fluttur SKAL nýggj dagfesting verða ásett samstundis og fráboðast FBF.