Seinastu 4: KÍ høllin undir broytingum

Í løtuni verður arbeitt við at fáa KI-høllina klára til hálvfinalurnar í flogbólti, sum verða í Klaksvík í morgin, leygardagin.

 

Byrjað verður klokkan 13.00 og hildið verður áfram til umleið klokkan 21.

 

Hetta er fystu ferð, at hálvfinalurnar verða leiktar í KÍ-høllini, tí undanfarin ár eru hesar leiktar í Høllini á Hálsi, men við tað at henda er undir umvælingum, verður í ár spælt í Klaksvík.

 

Dystinir eru hesir: 

13.00 Fleyr - TB (kvinnur)

15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17,00 ÍF - Mjølnir  (menn)

19.00 SÍ b - SÍ a (menn)