Meistaradeild kvinnur: KÍF á finalukós
KÍF hevur nú lagt seg á finalukós. Liðið er seinastu tíðina komið uppeftir á stigatalvuni og liggur nú á øðrum plássi við 18 stigum.
Steypafinaluliðið Dráttur vitjaði í gjár í Kollafirði, og fyri at Dráttur ikki skuldi koma at liggja ov illa fyri í endastríðnum í landskappingini, var kravið ein sigur á KÍF.
Men hetta gekk ikki.
Dráttur koma best frá byrjan og vann fyrsta settið 25-13, men so koppaði á, og KÍF vann næsta settið við somu siffrum.
Aftur stórur munur í triðja setti, sum Dráttur vann 25-14 og so kom eitt javnt sett, sum KÍF vann 25-23.
Í fimta og avgerðandi settinum var tó eingin ivi um hvør var betra liðið í gjár – KÍF vann trygt 15-5 og harvið dystin 3-2.
KÍF liggur nú á øðrum plássi við 18 stigum, og við einum dysti minni enn kappingarneytarnir. Hesin dysturin er ímóti TB.
Mjølnir, sum í ár kom best frá byrjan, er nú á einum 3. plássi, eftir at tær taptu 3-0 ímóti SÍ. Settini endaðu 16-25, 18-25 og 20-25.
Oddaliðið Fleyr spældi ímóti TB og vann dystin 3-1. Settini endaðu 25-18, 25-14, 23-25 og 25-18.
Fleyr liggur trygt á odda við 27 stigum.
Tvey tey fremstu liðini skulu spæla FM-finaluna.