KÍF finalupláss - Dráttur bronsu

Seinastu dystirnir í FM-kappingini hjá kvinnum vóru leiktir um vikuskiftið, og avgerð er nú fallin, at tað verður KÍF, sum skal royna seg í finaluni móti Fleyr, sum var klárt á odda, tá sjálv landskappingin endaði.

Teir tríggir dystirnir í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskiftið endaðu soleiðis:

SÍ - Mjølnir 3-2 (19-25, 25-17, 23-25, 26-24 og 15-9)
TB - Fleyr 0-3 (16-25, 11-25 og 14-25)
Dráttur - KÍF 3-2 (13-25, 26-24, 25-20, 15-25 og 15-10)

Við tað at Dráttur vann sín dyst 3-2 á KÍF, og Mjølnir tapti sín dyst móti SÍ 3-2, so gjørdist tað Dráttur, sum vann bronsuna. meðan Mjølnir endaði á 4. plássi.
 

Finalurnar í hesi vikuni
Finalurnar um FM-heitið verða longu hósdagin 12. apríl og leygardagin 14. apríl. Hesir dystir verða báðir leiktir í Stórhøllini á Hálsi, har taraflexgólvið verður breitt út, og karmarnir verða eins og í sambandi við steypafinalurnar.

Spælt verður best av tveimum dystum, men um liðini vinna hvør sín dysti (settmunur onga ávirkan), so verður leikt eitt eykað Gylt sett leygardagin beint eftir seinna dystin. Hetta settið verður leikt upp í 15.

FM-finalurnar verða leiktar soleiðis:

Hósdagin 12. apríl:
Kl. 18.00 Fleyr -KÍF, Kvinnur
Kl. 20.00 ÍF-Mjølnir, Menn

Leygardagin 14. apríl:
kl. 13.30 Fleyr-KÍF, Kvinnur
kl. 16.00 ÍF-Mjølnir, Menn

Endaliga støðan í landskappingini gjrødist henda:
 

Støðan Dystir Sett  
Lið leiktir 3-0/3-1 3-2 0-3/1-3 2-3 vunnin tapt munur Stig
ÍF 17 11 1 3 2 41 22 19 37
Mjølnir 17 9 2 5 1 37 24 13 32
Fleyr 18 5 5 5 3 37 35 2 28
18 1 1 13 3 17 51 -34 8