Kunningarrenning í summar

Til sersambondini!
Seinni í ár vera fleiri kappingar í kunningarrenning (orienteringsløb) fyriskipaðar her í Føroyum.
 
Tað er ein av mínum starvsfeløgum hjá løgregluni í Esbjerg, Erik Lindholdt, sum stendur á odda sum fyriskipari saman við restini av Esbjerg Politiforening.
 
Erik hevur biðið meg senda kunningina viðv. kappingunum til ítróttafeløgini í Føroyum. Men tey eru sera nógv í tali, og tí havi eg valt at senda kunningina til sersambondini. Vóndandi vilja tit bera boðini víðari til ítróttafeløgini.
 
Talan er sum sagt um kunningarrenning, sum vit føroyingar kanska ikki kenna so øgiliga nógv til. Men Erik hevur syrgt fyri, at undan hvørjari kapping verður ein løta, har luttakarar vera kunnaðir um, hvussu farast skal fram. Hann sigur, at øll kunnu luttaka, bæði børn og vaksin, so tað er bara at melda seg til.
 
Hava tit ella feløgini spurningar, eru tit vælkomin at skriva ein teldupost til Erik, e-lindholdt@gmail.com.
 
Vegna fyriskipararnar í Esbjerg,
Paula Eikhólm

(Hóast myndin er av plantaguni í kava, so verður ikki roknað við kava, tá kappingarnar eru í juni:-)

Lesið meira um einstøku kappingarnar niðanfyri: 

”Tórshavn By Night” Sprint i Tórshavn midtby & plantage - Mandag den 19. juni 2017 PDF | Word Doc. 

Bakskuldløbet på Færøerne: ”Rossagøta” - Tirsdag den 20. juni 2017 (PDF) | Word Doc.

Bakskuldløbet på Færøerne: ”Havnardalur” - Torsdag den 22. juni 2017 (PDF) | Word Doc.