Steypafinala 2021: Vágastríð um kvinnusteypið

Steypafinala, kvinnur:

Tað vera Dráttur og SÍ, sum skulu kappast um steypið hjá kvinnunum, og skal málast eftir úrslitunum í landskappingini, so eru tað sørvágskvinnur, sum hava sterkastu kortini á hondini. Tað høvdu tær eisini í fjør, tá tær eisini vunnu

Tað er kanska ikki so nógv at siga til, at SÍ enn einaferð er í steypafinaluni í flogbólti fyri kvinnur.

Tað vóru tær eisini í fjør og ta ferðina gekk upp á stás. Og hyggja vit eftir úrslitunum í landskappingini í ár, so gongur upp aftur meira upp á stás hjá sørvágskvinnum í ár. Tær liggja nevniliga langt fremst í landskappingini, frammanfyri mótstøðuliðið í steypafinaluni leygardagin, Drátt.

Sørvágskvinnur eru níggju stig fremstar, og tær eru í tí serligu støðu, at tær ongan dyst hava tapt í ár.

Tað gjørdu tær heldur ikki í hálvfinaluni, sum tær spældu í Badmintonhøllini í Klaksvík ímóti Mjølni. Tann dysturin gjørdist ikki so spennandi, júst tí, at sørvágskvinnur vóru ov sterkar ella Mjølnir-kvinnurnar ov veikar.

 

Seta væl við
Ein onnur orsøk til, at SÍ enn einaferð er í steypafinaluni hjá kvinnum, kann finnast í yvirlitinum yvir steypafinalurnar hjá teimum yngru í ár.
 

Tað vera spældar 12 finalur um vikuskiftið, og SÍ er í átta av teimum: kvinnufinaluni og sjey í yngru deildunum. Av teimum, fýra kvinnu- og gentufinalum, og tað er ein góð ábending um, at tað arbeiðið, sum sørvingar hava gjørt í flogbólti seinastu nógvu árini, hevur borið ávøkst.
 

Tað er eisini tað, sum er áhugavert, tá hugt verður eftir teimum, sum manna liðið hjá sørvingum. Har eru nógvir nýggjari leikarar, sum ivaleyst fara at mynda føroyskan kvinnuflogbólt næstu árini.

Og so er tað sjálvandi Julia Kuvshinova, sum í hálvfinaluni spældi ein branddyst, og tað gjørdi hevarin hjá sørvingum, Janna Falkvard, eisini, eins og Sissal Ellefsen gjørdi tað.

 

Dráttur kann gott
Nú skal hetta ikki skiljast soleiðis, at Dráttur ikki hevur nakran møguleika. Tí tað hava tær, og ein av orsøkunum til tað er, at tær hava eitt lið við rættiliga nógvum royndum. Bæði teimum, sum felagið sjálvt hevur bygt upp, men eisini tær, sum Dráttur hevur fingið frá eitt nú Tórfríð Tausen og Anniku Niclasen.
 

Hesar báðar, sum eru barnvaksnar í flogbóltshøpi í SÍ, eru sterkir leikarar, og kundu sum einki styrkt ein hvønn føroyskan flogbóltshóp á kvinnusíðuni.

Í hálvfinaluni spældi Dráttur móti Fleyr, sum er nummar trý í landskappingini, og tann dystin vunnu miðvágs- og sandavágskvinnur við trimum settum móti einum. Gaman í vóru settini rættiliga jøvn, faktiskt øll uttan tað, sum Fleyr vann, men hvat hjálpir tað, tá Dráttur vann tað stóra slagið.
 

Kann væl blíva spennandi
Sjálvt um SÍ er oddalið í landskappingini og sjálvt um Dráttur er níggju stig aftanfyri, nýtist ikki fólki at vera vís í, at SÍ vinnur ein lættan dyst.

 

Sum nevnt hevur SÍ sálarliga yvirtakið, men Dráttur kann á einum góðum degi saktans gera ein so mikið góðan vørr, at tær kunnu vinna finaluna.

 

SÍ hevur vunnið fleiri finalur enn Dráttur, men ein slíkan finaludag, tá sjálvt kappingarárið stendur uppá spæl, kann alt henda.

 

 

Finalurnar leygardagin:
Kl. 13.30: Dráttur - SÍ, kvinnur
Kl. 16.00: ÍF – Mjølnir, menn

Dystirnir verða vístir í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.