Kvinnulandsliðið úttikið til EM-kappingina
Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.
Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-kappingini hjá CEV. Men orsakað av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018 - hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging.
Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knøpp tvey ár, tá liðið fríggjadagin 10. mai 2019 skal spæla ímóti Írlandi í EM-kapping í Luksemborg.
Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar leikarar:
Hevarar:
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
Janna Falkvard, SÍ
Miðleikarar:
Sirið Antoniussen, Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr
Kantar:
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Eva Winther Nagata, Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir
Diagonalar:
Bára Holm Jacobsen, Fleyr
Hanna Olsen, KÍF
Libero:
Anna Larsen, Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur
Á heimasíðuni hjá vertunum úr Luksemborg her, síggjast liðini hjá hinum londunum.
Og her sæst hvussu gingist hevur undanfarin ár í kappingini.
Heimasíðan hjá flogbóltssambandinum í Luksemborg er www.flvb.lu.
Og her sæst dystarskráin fyri kappinigina