Kvinnulandsliðið farið til EM í Luksemborg
Føroyska kvinnulandsliðið er í dag farið til Luksemborg við Atlantic Airways at taka lut í EM-kapping, sum byrjar fríggjadagin, tá liðið skal spæla sín fyrsta dyst, sum er ímóti Írlandi.
Hesin dysturin byrjar klokkan 12.00. Dysturin verður stroymdur, og FM 1 hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum. Allir aðrir dystir verða eisini stroymdir eins og FM 1 er á staðnum.
Næsti dystur hjá liðnum verður leygardagin klokkan 10.00 og er mótstøðuliðið tá Skotland, sum saman við Luksemborg eru mett at vera sterkastu liðini í kappingini.
Í hinum bólkinum eru Luksemborg, Grønland og Norðurírland.
Nr. 1 og 2 spæla seg víðari til hálvfinalurnar, sum verða leiktar leygarkvøldið. Finalan og bronsudysturin eins og dysturin um 5. plássið verða leiktir sunnudagin.
Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar spælarar til dystirnar:
Hevarar:
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
Janna Falkvard, SÍ
Miðspælarar:
Sirið Antoniussen, Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr
Kantar:
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Eva Winther Nagata, Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir
Diagonalar:
Bára Holm Jacobsen, Fleyr
Hanna Olsen, KÍF
Libero:
Anna Larsen, Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur
Hjálparvenjari: Kristian Mikkelsen
Fysioterpeutur: Katrin Petersen
Liðleiðari: Rúna Hentze
Statistikk: Andreas Zachhau
Dómari: Jan Hentze