EM: Kvinnulandsliðið í eldin
Føroyska kvinnulandsliðið skal í døgunum 9. til 13. mai verða við í EM-kapping í Luksemborg, har 6 lond skulu luttaka.
Føroyar eru í bólki við Írlandi og Skotlandi, meðan londini í hinum bólkinum eru Luksemborg, Grønland og Norðurírland.
Fyrsti dysturin verður ímóti Írlandi fríggjadagin hin 10. mai, og leygardagin hin 11. mai verður leikt ímóti Skotlandi.
Alt eftir hvussu tað gongur í hesum dystunum, er avgerandi fyri, hvussu leikt verður víðari í kappingini, sum endar við finalu sunnudagin 12. mai og øðrum plaseringsdystum.
Um vikuskiftið er venjingarlega í Kollafirði eins og liðið hevur vant nógv seinastu vikuskiftini.
Venjari er danin Lars Engell, meðan Kristian Mikkelsen er hjálaparvenjari. Andreas Zachau er eisini knýttur at venjarahópinum og tekur sær av statistikki o.ø.
Liðið fer úr Føroyum mikudagin 8. mai og verður aftur mánadagin hin 13. mai.