Kýpros hevur spælt seg víðari eftir sigur á írlandi
Írska liðið formáddi sær heldur einki móti Kýpros, tá liðini í dag spældu annan dystin í HM/EM-kappingini, sum verður leikt í høllini á Hálsi í hesum døgum.
Kýpros endurtók sigurin frá í gjár og vann ein greiðan 3-0 sigur. Eins og í føroyska dystinum móti írum var munurin stórur og næstan líka stórur sum í gjár.
Í dag var settmunurin 25-12, 25-9 og 25-12.
Við hesum er longu greitt, at Kýpros endar á einum av teimum báðum ovastu plássunum, sum geva atgongd til EM og HM-undanspælið. Spurningurin, sum nú er eftir at avgreiða er, um tær skulu til HM ella EM. Kappingin er skipað soleiðis, at vinnarin sleppur til HM-undanspæl og nummar eitt og tvey sleppa til EM-undanspæl.
Eisini er greitt, at Írland ikki sleppur víðari úr hesi kappingini. Írsku kvinnurnar hava spælt tveir dystir og hava tapt teir báðar, og tí er tað einasta tær kunnu gera at royna at vinna seinasta dystin, sum er móti Liktinstein í morgin.
Kýpros sleppur hinvegin at spæla "finalu", tá tær í annaðkvøld skulu spæla ímóti Føroyum.
Um ikki okkurt heila óvæntað hendur, tá Føroyar og Liktinstein spæla í kvøld, verður dysturin í morgin dysturin um fyrsta pláss í kappingini.