Dagført: Landskappingarbyrjan 2018
Viðvíkjandi leikaraloyvum. Freist mikudagin 29. august

Sagt verður frá, at fyrstu landskappingardystirnir verða spældir 29. september 2018. 

Í sambandi við at landskappingin byrjar aftur leygardagin 29. september, skulu vit gera vart við grein 9 í lógum hjá Flogbóltssambandi Føroya, sum vísir á, at leikari skal hava verið limur í ein mánað í tí felag, hann luttekur fyri - henda freist er í morgin, mikudagin 29. august:


grein 9
a) Luttakandi leikari skal í minsta lagi hava verið limur ein mánað í tí felag, sum hann luttekur fyri.

Eisini verður vísti til grein 8, sum vísir á, at FBF skal hava fingið boð um nýggjar leikarar í seinasta lagi dagin fyri dyst:

grein 8
a) Nýtir felag í landskappingini leikara, sum kappingarstjórin ikki hevur fingið boð um (navn, aldur og bústað) í minsta lagi dagin fyri dystin, tapir felagið dystin.

 

Í hesum sambandi verður víst til leikararayvirlitini á heimasíðu - her sæst, hvørjir leikarar eru skrásettir í hvørjum felag:


Hetta er av týdningi at fáa ajourført!

Hetta til tykkara kunningar.


Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya