Landsliðsvirksemi, sum er á skránni næstu vikurnar

Kappingarskráin fyri okkara ungdómslandslið í heyst sær í løtuni soleiðis út:

Hetta vikuskiftið spæla U19-genturnar í CEV smálandakappingini í Íslandi, har mótstøðuliðini eru Ísland, Malta og Gibraltar.

Í døgunum 18. til 20. oktober spæla U17 genturnar og dreingirnir í NEVZA-kappingini í Ikast.

29. til 31. oktober skulu U19 gentur og dreingir til NEVZA-kapping í Finnlandi.

U19 genturnar eru longu farnar í holt við venjingarnar til kappingina.

U17 hjá bæði gentum og dreingjum hava fyrstu venjingarnar hetta vikuskiftið. Hjá gentunum eru einar 40 meldaðar til, og hjá dreingjunum eru knappir 20, sum vera við í úttøkuvenjingini.

U19 dreingirnir hava sína fyrstu venjing 17. september. Her ber enn til at melda seg til við at senda t-bræv til Jens Bang, landsliðsvenjara á jbhlaug@gmail.com