A-landsliðsvenjing fyri menn 17. og 18. august

Til feløgini!

EM-kapping fyri A-landslið hjá monnum - venjingarvikuskifti 17. og 18. august 2019

Flogbóltssamband Føroya skipar fyri EM-kapping fyri smátjóðir fyri A-landslið hjá monnum. Kappingin verður i høllini á Hálsi í døgunum 4. – 6. oktober 2019. Við í kappingini eru Skotland, Grønland, Ísland og Føroyar.

Venjari hjá A-landsliðnum er Bárður Bendix Mikkelsen. og hjálparvenjari er Ragnar í Haraldstovu Petersen.

Venjingarætlan 17. og 18. august 2019 í ítróttahøllni í Kollafirði:
Til hetta fyrsta venjingarvikuskiftið verður talan um opnar venjingar, har allir leikarar eru væl komnir, sum felagið metir hava møguleika at koma á liðið og vísa góðan hug og vilja.

  • Heitt verður á feløgini at boða frá, hvørjir leikarar koma frá tykkara felag. Helst sum skjótast, og ikki seinni enn mikudagin 14. august í 2019.
     
  • Er onkur leikari, sum ikki kann møta hetta vikuskiftið, verða tit biðin um at boða frá hesum samstundis, sum tit boða frá, hvør kemur til venjing og ikki. 
     
Vant verður soleiðis:
 
Leygardag 17. august
Kl. 11.00 – 13.00: Venjing

Kl. 13.00 – 15.00: Steðgur. Takið matpakka við. Teori verður í steðginum

kl. 15.00 – 17.00: Venjing

 
Sunnudag 18.august
Kl. 09.00 - 11.00 Venjing
 

Vinaliga
Flogbóltssamband Føroya