Landsliðsvenjing kvinnur - leygardagin 6. apríl
Til feløgini:
Í sambandi við at A-landsliðið hjá kvinnum skal verða við í EM-kapping fyri smátjóðir í døgunum 7. til 13. mai 2019, verður skipað fyri landsliðsvenjing leygardagin 6. apríl.
Við í kappingini verða hesi lið, sum eru býtt upp í tveir bólkar:
Bólkur A: Luksemborg, Grønland, Norðurírland
Bólkur B: Skotland, Føroyar, Írland
Kappingin verður í Luksemborg.
Venjingartíðin hjá kvinnulandliðnum verður henda leygardagin 6. Apríl:
Kl. 12.00: Møta í kantinuni í Høllini á Hálsi. har greitt verður frá kappingini, eins og venjarin Lars Engell (meira um hann niðanfyri) greiðir frá sínum ætlanum.
Kl. 13.00: Venjing í Høll 2 á Hálsi.
Kl. 15.00: Venjingin endar.
Upplýsast skal eisini, at Lars Engell verður til staðar til báðar dystirnar hjá kvinnunum sunnudagin.
Vinaliga gevið tykkara leikarum boð um omanfyrinevnda.
Um okkurt er at spyrja um eru tit altið vælkomin at venda tykkum til okkara.
Heitt verður á feløgini um at boða Flogbóltssambandinum frá - í seinasta lagi hóskvøldið - hvørjar leikarar tit senda til venjingina á teldupost fbf@fbf.fo við at útfylla listan, sum kann heintast her.
Er onkur, sum ikki fær møtt leygardagin - vinaliga boða okkum frá hesum.
Landsliðsvenjari til hesa kappingina verður Lars Engell, sum er væl kendur frá donskum flogbólti.
Um Lars kunnu vit upplýsa:
- flogbóltsvenjari í yvir 25 ár
- nógv ár sum elitu-venjari í Danmark
- Scout / Statistikk (datavolley 4 proffessional)
- fyrrverandi hjálparvenjari hja Danska A-kvinnulandsliðnum og DU 20 landsliðnum
- fyrrverandi skeiðleiðari /undirvísari á divisionsvenjaraskeiðunum.
Eru spurningar, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Vinalig heilsan
Flogbóltssamband Føroya