Dani settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnum
Hoyrið samrøðu við venjaran

Flogbóltssamband Føroya hevur sett danan Lars Engell sum landsliðsvenjara hjá kvinnum.

Lars er væl kendur frá donskum flogbólti og hevur millum annað vant fleiri føroyskar leikarar, sum hava leikt í donsku kappingini, harímillum Sofíu Purhús Splidt, sum varð vald til ársins leikara í Danmark í 2016.

Um Lars kann upplýsast:
- hann hevur verið flogbóltsvenjari í yvir 25 ár
- harav nógv ár sum elitu-venjari í Danmark
- arbeitt sum scout / Statistikk (datavolley 4 proffessional)
- er fyrrverandi hjálparvenjari hja Danska A-kvinnulandsliðnum og DU 20 landsliðnum
- og er eisini fyrrverandi skeiðsleiðari/undirvísari á divisionsvenjaraskeiðunum.

Lars Engell hevur verið í Føroyum og hugt eftir leikarunum, og í sambandi við páskirnar fer hann at hava fleiri venjingar við teimum leikarunum, sum ikki eru við í FM-finalunum. Leikararnir frá FM-finalunum verða tó við í venjingunum 2. páskadag.

Hoyrið samrøðu á in.fo, sum Óli G. Samuelsen á FM1 gjørdi við venjaran. Har hoyra tit eisini donsku podcast-rásina "Volleytalk, sum eisini hevur fingið eitt prát við venjaran. 
 

Umleið 40 leikarar hava verið til venjing í bruttotruppinum.

Hjálparvenjari verður Kristian Mikkelsen meðan Andreas Zachau verður knýttur at liðnum sum scout / statistikari.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum verður kapping í Luksemborg, har hesi lið verða við:

Bólkur 1: Luksemborg, Grønland og Norðurírland.
Bólkur 2: Skotlland, Føroyar, og Írland.