Leikaramenning/U17 venjing á Kambsdali leygardagin 13. apríl kl 12.30

Til øll feløgini!

Venjing er aftur leygardagin 13. apríl kl. 12.30-15.00 á Kambsdali fyri sama aldursbólk.

Sama skipan viðv. koyring til TB sum seinast. Sigið frá!

Vinaliga FBF

 




Niðanfyri standandi varð skrivað í sambandi við venjingina 6. apríl:

 

Leikaramenning/U17 venjing fyri dreingir í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 6. arpíl kl. 12.30 - 15.00

Nú FM fyri tey ungu er av, og landskappingin harvið endað, byrjar ein tilgongd við leikaramenning samskipað við fyrireikingarnar hjá ungdómslandsliðunum. 

Venjararnir hjá U17 landsliðnum hjá dreingjum Magnar Kári Vang, Rógvi Nielsen og Hans Sejer Tummassarson leggja fyri við fyrstu venjingini nú leygardagin 6. apríl kl. 12.30 - 15.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík. Sama dag er opið hús hjá ítróttafeløgunum kring landið, nú ÍSF fyllir 80 ár. 

Venjararnir ynskja at bjóða øllum leikarum føddir í 2002 og fram til árgangin 2006 til tær venjingarnar, ið nú verða. Talan er sum sagt um leikaramenning og tilgongd til U17 landsliðið, sum í oktober skal til U17 NEVZA-kapping. 

Venjingarnar verða samskipaðar soleiðis, at arbeitt verður við ymsikum venjingum samstundis og á ymiskum støði, alt eftir hvør aldurin er, og hvussu leikararnir eru fyri. Eingin leikari skal tí halda seg aftur at koma til venjing. 

Heitt verður á feløgini at fáa hesi boð út sum allar skjótast og siga frá, hvussu nógvir dreingir koma til venjingina í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 6. apríl kl. 12.30 - 15.00.

Kunnu feløgini geva okkum boð um, hvussu nógvir leikarar hjá tykkum eru væntandi til hesa fyrstu samlingina. 

Viðmerking serliga til TB:
FBF syrgir fyri, at tit verða koyrdir til Klaksíkar av Farstøðini í Havn beint eftir at Smyril er komin til Havnar og verða koyrdir suður aftur, so tit sleppa suður aftur við Smyrli kl. 16.00.
Neyðugt er, at tit í TB boða frá, hvussu nógvir skulu hava fart norður. 

 

Vinaliga
FBF
Venjararnir