Flogbóltssambandið sett liðleiðaranevnd
FBF hevur skipað nýggja undirnevnd – eina liðleiðaranevnd (uttanlands kallað Team Managers).
Liðleiðaranevndin tekur sær so at siga av øllum praktiskum rundan um landsliðini so sum fyrireiking í sambandi við til dystir, og liðleiðararnir eru so eisini ferðaleiðarar, tá ið landsliðini eru uttanlands.
Hetta er ein sera týðningarmikil uppgáva og eru vit sera takksom fyri, at henda nevndin er farin til verka longu nú, so klárt er til allar 12 CEV EM-undankappingardystirnar í næstum umframt tríggjar kappingar fyri U17, U18 og U19 fyri bæði gentur og dreingir.
Í nevndini eru Jónley Poulsen (forkvinna), Hanna Helena Weihe Simonsen, Randi Larsen og Guðrun Joensen.